Hilmar Leon aftur skaddur

H71-profilurin náddi at spæla tríggjar dystir áðrenn akslaskaði aftur gjørdi um seg

Mynd frá fyrsta dystinum, ið Hilmar Leon Jakobsen spældi eftir langan skaðasteðg. Dystirnir gjørdust bert tríggir í tali hesaferð

Mynd frá fyrsta dystinum, ið Hilmar Leon Jakobsen spældi eftir langan skaðasteðg. Dystirnir gjørdust bert tríggir í tali hesaferð

Tá ið H71 og VÍF hittust í kvøld, undraðust fleiri á, hví Hilmar Leon Jakobsen ikki spældi við.

H71-profilurin og føroyska stórtalentið spældi herfyri sín fyrsta dyst í nærum eitt ár, eftir at hann var skurðviðgjørdur fyri ein truplan akslaskaða.

Ungi bakkurin spældi tríggjar dystir áðrenn aftur var galið, og sum skilst er tað sami skaði sum ger um seg aftur.

 

In.fo fekk orðið á H71- og landsliðsvenjaran, Sonna Larsen, eftir dystin í Vestmanna.

 

Venjarin greiðir frá, at Hilmar Leon Jakobsen hevur fingið ein skaða, sum læknarnir møguliga ikki hava givið sær far um, í teimum MR-skanningunum, ið vóru gjørdar av økslini.

-Læknin segði sjálvur at hann var í iva um hvørt teir høvdu sæð rætt í fyrsta umfari, sigur venjarin.

 

Tað, sum hann er skurðviðgjørdur fyri er alt frískt, men okkurt, ið møguliga er veruliga orsøkin til akslatrupulleikarnar, hevur eingin gjørt sær far um, og er tí ikki viðgjørt, greiðir venjarin frá.

Tí spælir Hilmar Leon Jakobsen ikki fyribils, meðan støðan verður kannað nærri.

 

Venjarin tekur ógvuliga synd í sínum leikara, og sigur seg vera sera harman um at hesi boðini komu eftir at leikarin hevur brúkt eitt ár um at gerast til reiðar at spæla hondbólt aftur.

-Fysioterapeuturin og heilsutoymið hava gjørt eitt stórt arbeiði við at fáa Hilmar Leon Jakobsen til reiðar aftur, og sær øgiliga sterkur út, men vit mugu taka trupulleikarnar við størsta fyrivarni, sigur Sonni Larsen at enda.

Mest lisið